Brutu inn eftir øli

Brutu inn eftir øli
Aftur í nátt hava tystir tjóvar brotið inn eftir øli hjá Okkara. Hesa ferð á Hálsi í Havn
 
05.03.2017 - 09:11

Innbrot hevur í nátt verið í sølubúðini hjá bryggjarínum, Okkara, sum er í bygninginum á Hálsi í Havn, har eisini Bowlinghøllin í Havn heldur til.

Løgreglan veit í løtuni ikki neyvt, hvussu nógv varð stolið í nátt, tá innbrotstjóvar vóru inni á gólvinum. Tað er helst avmarkað, hvussu nógv tjóvarnir hava fingið við sær.

Løgreglan fer nú at tosa við eigararnar. Síðani fer løgreglan at tosa við nøkur vitni í málinum fyri at royna at fáa greiði á innbrotinum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at brotið verður inn eftir øli hjá Okkara. Í sølubúðini á Hálsi eru hvørki stál-gittari fyri dyrnar og heldur ikki vakmyndatól, ið kunnu hjálpa til at uppklára inbrotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083