Aldursmark hækkast fyri endurnýggjan av koyrikorti

Aldursmark hækkast fyri endurnýggjan av koyrikorti
Aldursmarkið fyri nær fólk, sum eru komin upp í árini skulu endurnýggja sítt koyrikort skal verða 75 ár og ikki 70 ár
 
19.03.2017 - 11:47

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Henrik Old vil hækka aldursmarkið fyri, nær fólk skulu endurnýggja koyrikortið frá 70 ár til 75 ár.

Broytingin er partur av lógaruppskotinum um broyitng av løgtingslóg um ferðslu, sum var til fyrstu viðgerð fríggjadagin. 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at landslæknin mælir til, at aldursmarkið fyri, nær handhavi av koyrikorti til vanligan bil skal fara ígjøgnum kravda læknakanning í sambandi við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti, verður hækkað til 75 ár.

Danir hækkaðu aldursmarkið í 2015, og sambært landslæknanum er tað onki, sum talar ímóti, at markið fyri endurnýggjan av koyrikorti til motorsúklu og vanligan bil eisini verður 75 ár í Føroyum. 

Heilsuviðurskiftini eru sum heild á sama støði, ella betri, samanborið við hini norðurlendsku londini.

Landslæknin mælir somuleiðis til, at strika treytina um nóg góð oyru (hoyrn) í § 18, stk. 2, nr. 2 fyri førarar av ávísum motorakførum, har tað av ferðslutrygdarávum ikki er tørvur á, at førarin hevur nóg góða hoyrn. Førarin hevur møguleika fyri at viga upp ímóti manglandi hoyrnini við, at bilurin er útgjørdur við tveimum síðuspeglum, sum allir bilar eru útgjørdir við í dag, stendir í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459