Sporðdrekin vann á Hamar

Sporðdrekin vann á Hamar
Sporðdrekin vendi dystinum og vann á Hamar. Enn er spenningur um, hvør kemur í FM-finaluna í kurvabólti
Fegnir spælarar hjá Sporðdrekanum, sum vunnu á Hamari
 
26.03.2017 - 18:58

Tosað varð um ein hálvan finaludyst, undan dystinum millum Sporðdrekan og Hamar, tí bæði liðini høvdu vunnið ein dyst móti hvørjum øðrum og tapt hinar móti Ravni.

Í fyrsta fjórðingi vann Hamar seg fram um til støðuna 12-17.

Í øðrum fjórðingi var Sporðdrekin sterkari, og tað eydnaðist teimum at javna til 31-31.

Í triðja fjórðingi hevði Hamar takið á Sporðdrekanum og fór fram um  45–59.

Alt sá út til at vera avgjørt, men í fjórða og seinasta fjórðingi steðgaði mest sum alt upp hjá Hamari, og Sporðdrekin fekk heili 25 stig, meðan Hamar bert fekk fýra, so endaliga støðan bleiv 70–63 til Sporðdrekan.

Ravnur hevur longu tryggjað sær annað finaluplássið, men spenningurin er als ikki farin úr kappingini um hitt finaluplássið, tí tað verður mest sannlíkt ikki avgjørt fyrr enn í síðsta umfarið, tá Hamar og Sporðdrekin spæla aftur.

Toppskorarar í dag vóru Magnus Jakobsen (Sporðdrekin) við 25 stigum og David Arge Galan (Hamar) við 16 stig.

Næsti dystur verður leygardagin 8. apríl 2017, tá Hamar tekur móti Ravni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. august
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
195430
Sunnudag 10. august
Á ferð í Bangladesj: 2. partur
194440
Leygardag 9. august
Morgunlestur leygardagur 9. august 2025
195080
Fríggjadag 8. august
Vikuskiftið 8 august 2025
195400
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406
Fríggjadag 8. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195405
Fríggjadag 8. august
Veðrið
195397
Týsdag 5. august
Veðrið - teknmálstulkað
195271