Rakel í uppskoti fáa norðurlendska virðisløn

Rakel í uppskoti fáa norðurlendska virðisløn
Bókin, "Hon, sum róði eftir ælaboganum," fekk virðislønina hjá Útnorðurráðnum í fjør
 
05.04.2017 - 15:00

Rithøvundurin, Rakel Helmsdal, er í uppskoti at fáa Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins við bókini "Hon, sum róði eftir ælaboganum".

Ungdóms-skaldsøgubókin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014, hevur fyrr fingið viðurkenning.

Í fjør fekk hon virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbóksmentir. Tann virðislønin var 60.000 krónur.

12 bøkur eru tilnevndar. Vinnarin verður kunngjørdur á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum verður í Helsinki í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375