Iranski forsetin komin til USA

Iranski forsetin komin til USA
Masoud Pezeshkian fer eftir ætlan at halda røðu á ST-aðalfundinum í dag
Henda myndin var tikin, tá iranski forsetin fór úr Teheran til New York.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.09.2026 - 08:51

Iranski forsetin er komin til New York, har hann skal halda røðu á aðalfundinum hjá ST,  Sameindu tjóðum.

Masoud Pezeshkian, forseti, fer eftir ætlan at halda røðu í dag.

Almenna iranska kringvarpið, Irib, hevur almannakunngjørt sjónbandabrot, har forsetin fer úr flogfari á einum flogvølli í New York.

Tað er fyrstu ferð, at ein leiðari, hvørs land er í kríggi við USA, setir fótin á amerikanska jørð at halda røðu á ST-fundi, siga greinarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775