Eingin skuldsettur fyri innbrotið í Á-handilin

Eingin skuldsettur fyri innbrotið í Á-handilin
Grannar eru avhoyrdir, men tað gav einki, og heldur ikki vakmyndatólini geva nakra ábending
Politiið kannar framvegis innbrotið í Á-handilin við Landavegin í Havn.
 
23.09.2026 - 08:45

Eingin er skuldsettur fyri innbrotið í Á-handilin við Landavegin í vesturbýnum í Havn mánanáttina.

Innbrotið var millum klokkan hálvgum tólv sunnukvøldið og klokkan fimm mánamorgunin.

Grannar eru avhoyrdir, men tað gav einki.

Heldur ikki vakmyndatólini geva nakra ábending.

 

Reiður peningur stolin

Tjóvurin ella tjóvarnir hava brotið ein rút og eru farnir inn á skrivstovuna í handilsbygningunum.

Har hava teir brotið upp pengaskápið og tikið eina størri peningaupphædd í reiðum peningi.

Hvussu nógv, vil politiið ikki siga.

Politiið kannar framvegis málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532