- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um fýrverkið í Vági kemur nú fyri rættin
Málið um fýrverkið í Vági kemur nú fyri rættin
Talan er um átta tons og 230 kilo, sum politiið fann í einari húsarannsókn

Maðurin, sum er ákærdur í málinum um fýrverkið, noktar seg sekan.
23.09.2026 - 08:35
Mánadagin fer Føroya rættur at viðgera málið um nógva fýrverkið, sum var funnið í einum sethúsum í Vági 25. september í 2024.
Ein maður er ákærdur fyri at hava fýrverkið.
Talan er um átta tons og 230 kilo, sum politiið fann í einari húsarannsókn.
Húsarannsóknin var gjørd, eftir at politiið fekk fráboðan um fýrverkið.
Maðurin, sum er ákærdur, noktar seg sekan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























