Kappingareftirlitið: Prísurin má lækka

Kappingareftirlitið: Prísurin má lækka
Eftirlitið heldur framvegis fast um, at fjarhitin í Føroyum eigur at kosta minni. Støðan hjá teimum, ið brúka fjarhita, eigur at betrast munandi
 
10.04.2017 - 10:49

Tí boðar Kappingareftirlitið frá eftir at Fjarhitafelagið hevur viðmerkt kanningina hjá Kappingareftirlitinum, sum hevur yvirskriftina "fjarhitin í Tórshavn er ov dýrur."

Kappingareftiritið sigur, at tað kundi brúkt prísin í 2016, sum var lægri enn í 2014, sum Kappingareftirlitið brúkti. 

SÍ EISINI Brúkarar til Fjarhitafelagið: Lækka nú prísin!

Tað er rætt, sigur Kappingareftirlitið, at um tølini fyri 2016 vórðu brúkt, so vildi fjarhitaloysnin staðið seg betur mótvegis luft til vatn hitapumpum og jarðhita. 

Men fjarhitin hevði staðið seg verri mótvegis vanligum olju- og kondensketlum, tí lágur oljuprísur ávirkar olju- og kondensketlar eins nógv og fjarhitan.

Miðalprísurin á fjarhita seinastu tíggju árini hevur ligið oman fyri 80 oyru fyri kilowatttíman, so fjarhitin er framvegis dýrasta hitaloysn. 

SÍ EISINI Noyðast at nýta fjarhita

Ávegis prísurin í 2017 er 70 oyru fyri kilowatttíman, men kortini eru allar aðrar hitaloysnir uttan hitapumpa bíligari enn fjarhiti. 

Spurningurin er tí, um fjarhitaprísurin í 2016, sum var eitt ár við óvanliga lágum oljuprísi, er serliga viðkomandi at brúka í hesi samanbering, sigur Kappingareftirlitið.

Fjarhitafelagið ivast eisini í, um tað, sum Kappingareeftirlitið sigur um vantandi gjøgnumskygni, er rætt. 

SÍ EISINI Eru farin at gera nýggja prísskrá

Síðani frágreiðingin varð send Fjarhitafelagnum til viðmerkingar, eru nógvar broytingar gjørdar á heimasíðu felagsins, sigur Kappingareftirlitið, men ikki nóg nógvar.

Eitt nú er til dømis eingin nærri frágreiðing um, hvussu Fjarhitafelagið er komið til tann ávegis prís, sum settur er fyri 2017.

Samanumtikið er niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum, at fjarhitaprísurin í Føroyum eigur at lækka, og at støðan hjá fjarhitabrúkaranum eigur at betrast munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303