Fiskivinnuuppskotið gerast liðugt

bannari
Fiskivinnuuppskotið gerast liðugt
Samgongan fer nú at leggja seinastu hond á uppskotið um at skipa fiskivinnuna av nýggjum
 
18.04.2017 - 08:02

Í dag fer samgongan til Suðuroyar við tí endamáli at leggja seinastu hond á uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at skipa fiskivinnuna av nýggjum á nýggjárinum.

Neyðugt er at laga upprunaliga uppskotið til, so øll í samgonguni taka undir við tí. Royndin at fáa breiðari semju um uppskotið enn tær 17 atkvøðurnar hjá samgonguni og Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, tykist vera farin fyri skeytið. 

Men undirtøka tykist vera í samgonguni fyri fleiri pørtum í uppskotinum hjá Høgna Hoydali, eitt nú at strika fiskidagarnar og seta kvotur í staðin fyri.

Fólkaflokkurin longur gjørt tvey uppskot

Ivasamt er, um suðuroyartingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, og Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, taka undir við uppskotinum um at selja stóran part av fiskirættindunum á uppboði.

Samstundis arbeiðir Sambandsflokkurin við at gera sítt uppskot um fiskivinnunýskipan til eitt lógaruppskot. Og Fólkaflokkurin hevur longu tvey uppskot um fiskivinnuna í Løgtinginum.

Annað er lógaruppskot um fyrisiting av fiskiríkidømi, har sum Fólkaflokkurin vil hava nógvar meginreglur í lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994 førdar víðari eftir 1. januar 2018, millum annað fiskidagar.

Fólkaflokkurin hevur eisini ein trygdarventil, um tað ikki eydnast Løgtinginum at samtykkja nakra nýskipan fyri nýggjár. Tá mælir flokkurin til at leingja galdandi lóg trý ár, til 31. desemer í 2020.  Næsti tingfundur verður hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849