16 umsóknir um stuðul til lendingar

16 umsóknir um stuðul til lendingar
Í ár og næsta ár verða ábøtur gjørdar ábøtur á havnina á Syðradali fyri 850.000 kr.
 
06.05.2017 - 14:07

Frá 2013 til 2017 hava verið 16 umsóknir um stuðul til lendingar og annað á smáplássum, og átta av umsóknunum vórðu játtaðar.

Tað sæst í svari, sum Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, hevur fingið frá Henriki Old, landsstýrismanni, til grein 52 fyrispurining.

Harafturat er ein serstøk játtan til havnina í Svínoy, og 2,4 milliónir krónur vórðu brúktar til at gera ein skráa til akfarsflutning við lendingina á Eiðinum í 2016. Í ár eru 900 túsund krónur játtaðar.

Landið eigur samferðsluhavnirnar á Krambatanga, á Gomlurætt, á Syðradali og ferjulegurnar í Skopun og í Klaksvík, og skal tí halda tær viðlíka.

Ábøtur í Kalsoynni

Eftir ætlan verða ábøtur gjørdar á havnina á Syðradali í ár og næsta ár fyri umleið 850 túsund krónur. Harumframt eru ætlanir um at betra um umstøðurnar hjá ferðafólki á staðnum.

Kommunurnar á útoyggj kunnu søkja um stuðul til infrakervið á útoyggj.

Kommunurnar, ið koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur og Koltur.

Árliga játtanin er 700 túsund krónur, sæst í svarinum frá Henriki Old til Kára P. Højgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735