Tepurt yvirskot í 2016

Tepurt yvirskot í 2016
Yvirskotið hjá Bústøðum var í fjør 220.000 krónur, 4,4 milliónir krónur størri enn árið fyri, 2015
Bústaðir høvdu yvirskot í fjør, hóast tað ikki var stórt, 222.000 krónur. Men úrslitið er kortini 4,4 milliónir krónur størri enn í 2015
 
10.05.2017 - 16:44

Bústaðir høvdu yvirskot í fjør, hóast tað ikki var stórt, 222.000 krónur. Men úrslitið er kortini 4,4 milliónir krónur størri enn í 2015, tá Bústaðir høvdu 4,2 milliónir krónur í halli.

Í fjør gjørdist úrslitið betri, tí Bústaðir høvdu størri inntøkur av virðisbrøvum og leigu. Inntøkurnar vóru 2,2 milliónir størri í fjør enn í 2015.  

Bústaðir eru í ferð við at leggja um virksemið frá at vera ein útlánsstovnur til at verða eitt bústaðafelag, sum skal útvega, umsita og reka leigubústaðir um alt landið. 

Útlánini minkaðu góðar 30 milliónir í fjør. Bústaðir brúktu góðar 43 milliónir krónur til grundøki og bygningar í 2016. Í løtuni umsitur Bústaðir 181 leigumál. 95 bústaðir eru í gerð, og 200 aðrir eru ávegis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098