Mælir til at stovna kærunevnd

Mælir til at stovna kærunevnd
Brúkaraumboðið megnar ikki einsamalt at verja brúkaran nóg væl, sigur brúkaraumboðið í ársfrágreiðingini fyri 2016
Aftur í ár mælir Brúkaraumboðið til at stovna eina brúkarakærunevnd, ið hevur til endamáls at verja brúkarar
 
31.05.2017 - 10:54

Aftur í ár mælir Brúkaraumboðið til at stovna eina brúkarakærunevnd. Brúkaraumboðið megnar ikki einsamalt at verja brúkaran nóg væl.

Tað skrivar Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, í ársfrágreiðingini hjá Brúkaraumboðnum fyri 2016. Ein brúkarakærunevnd skal viðgera kærur frá fólki, sum hava keypt vørur, sum tey halda ikki eru í lagi.

Nú hava tey einans møguleika, um semja ikki fæst við seljaran, og hann er at fara í rættin. Tað kann gerast bæði drúgt og dýrt. Brúkaraumboðið mælir eisini til, at vit í Føroyum fáa reglur um nethandil.

95 mál viðgjørd í 2016

Á hesum stóra marknaði er brúkaraverndin í Føroyum ikki skipað og ofta tilvildarlig, sigur Brúkaraumboðið. Í hinum Norðurlondum kunnu fólk iðra seg um keyp á netinum og fáa pengarnar aftur. 

Brúkaraumboðið mælir tí til, at reglur um iðranarrætt verða settar í gildi í Føroyum. Brúkaraumboðið vísir eisini á, at seljarar á netinum eiga at hava fullfíggjaðar upplýsingar um prís, vøruna og keyps- og garantitreytir. 

Brúkaraumboðið viðgjørdi í fjør 95 mál, tey vóru 29 kærur, 42 fyrispurningar, fimm mál, har sum Brúkaraumboðið varð biðið um at leiðbeina vinnurekandi í marknaðarføring, og 19 onnur mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979