Føroyar vunnu altjóða kapping

Føroyar vunnu altjóða kapping
Føroyska hondbóltslandsliðið hevur vunnið Emerging nations cup
Føroysku spælararnir við steypinum
Mynd: HSF  
 
18.06.2017 - 22:11

Føroyskur hondbóltur hevur aftur gjørt um seg úti í heimi.

Í kvøld spældi hondbóltslandsliðið hjá monnum finaluna í Emerging Nations Cup móti Turkalandi.

Ein sera spennandi og vælspældur dystur endaði við, at Føroyar vunnu við einum máli, 26-25. Hálvleiksstøðan var 13-11 til Føroyar.
 
Kappingin er fyri smátjóðir í hondbólti, men spurningurin er, um Føroyar ikki eru blivnar ov "stórar" til hesa kapping, tí hetta er aðru ferð á rað, at Føroyar vinna kappingina.

Føroyar vunnu eisini, tá kappingin var í Kosovo fyri tveimum árum síðan.
 
Trý tey bestu londini í hesari kappingini fingu pláss í EM-undankappingini. Tað vil siga, at Føroyar vera við, tá EM-undankappingin byrjar á heysti í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807