Herða nú eftirlitið

Herða nú eftirlitið
Vørn hóttir nú við at melda fiskakeyparar til fútan, um teir ikki lata Vørn vektarseðlarnar rættstundis
 
22.06.2017 - 09:05

Fiskiveiðieftirlitið boðar frá, at eftirlitið við, nær innvigingarskipanir senda vektarseðlar inn, verður hert.

Tey, sum hava ábyrgdina av innvigingarskipanum, skulu senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um hvørja landing, hvussu nógv er avreitt ella landað av hvørjum fiskaslagi, í seinasta lagi yrkadagin eftir landingina.

Vørn sigur, at alt ov ofta koma vektarseðlar seinni enn ásett er. Innvigingarskipanir, sum ikki senda vektarseðlar til Fiskiveiðieftirlitið rættstundis, kunnu nú vænta, at slík mál verða send fútanum til viðgerðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602