Tað skal gerast lættari at sleppa at doyggja

Tað skal gerast lættari at sleppa at doyggja
Danski heilsumálaráðharrin fyrireikar lóggávu, ið skal gera tað møguligt hjá fólki við testamenti at avgera, hvussu leingi ein viðgerð kann halda á
Mynd: Savnsmynd  
 
01.07.2017 - 15:56

Danski heilsumálaráðharrin fyrireikar lóggávu, sum skal gera tað lættari hjá fólki, ið eru deyðasjúk ella verða hildin á lívi við hjálpitólum at sleppa at doyggja. Tað skrivar blaðið Politiken.

Viðgerðartestamenti skulu geva fólki rætt at velja, nær ein viðgerð kann steðga, ella um hon als ikki skal byrja, sigur Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharri.

Stjórnin fer at leggja lógaruppskotið fyri Fólkatingið í heyst.

Har verður gjørt púra greitt, at tann einstaki kann steðga eini viðgerð. Reglurnar skulu vera greiðar, tí í dag er støðan, at ymiskar tulkingar verða brúktar. Gráu leiðirnar skulu fáast av vegnum, so fólk fáa ræði á sínum egna lívi og kunnu fáa ein virðiligan deyða, sigur heilsumálaráðharrin.

Hon sigur seg vera samda við ein meiriluta av flokkunum í Fólkatinginum um, at sjúk fólk skulu hava størri sjálvsavgerðarrætt um sína síðstu tíð.

Ikki aktiv deyðshjálp 

Í Danmark er forboð fyri aktivari deyðshjálp, har ein lækni t.d. gevur fólki ein ov stóran skamt av morfini. Heilsumálaráðharrin vísir aftur, at broytingarnar, ið nú eru á veg, hava nakað við aktiva deyðshjálp at gera.

Harafturímóti er ætlanin at gera passiva deyðshjálp greiðari, har læknar kunnu vera við til at framskunda deyða, um teir gevast at veita viðgerð, ið leingir um lívið ella við heilivági lættir um hjá einum doyggjandi, so fólk doyggja skjótari, enn tey annars høvdu gjørt.

Millum flokkarnar, ið taka undir við lógarbroytingini, er Dansk Folkeparti, og framsøgukvinnan, Liselotte Blixt, hevur leingi arbeitt fyri at tað skal verða lættari at sleppa at doyggja uttan at aktiv deyðshjálp verður brúkt.

- Tíbetur eru vit samd um, at fleiri skulu sleppa hiðani so lætt sum gjørligt. Í dag stendur, at tey kunnu hjálpast burtur, um deyðin er vísur og talan er um minuttir ella dagar. Tað vilja vit hava broytt til dagar ella vikur, sigur Liselotte Blixt.

Nýggju reglurnar verða neyvan settar í gildi í Føroyum, fyrr enn Løgtingið hevur givið sítt samtykki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205