- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrið í Filmshúsinum sett
Stýrið í Filmshúsinum sett
Landstýrismaðurin hevur sett trý fólk í stýrið fyri nýggja Filmshúsið

Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt stýrið fyri nýggja Filmshúsið. Skíggjamynd úr filmi hjá Sakaris Stórá
07.07.2017 - 11:08
Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur tilnevnt stýrið fyri nýggja Filmshúsið. Í stýrinum eru Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Hini bøði í stýrinum eru Marjun Niclasen og Jón Hammer. Tey hava øll útbúgving og royndir innan film og miðlar, og eru virkin í føroyska filmsumhvørvinum. Stýrið fyri Filmshúsið fær stóra og fjølbroytta uppgávu.
Í arbeiðinum, fyri at birta upp undir film, sum vinnu, skal Filmshúsið vera savnandi depil og røkja røð av ítøkiligum uppgávum, stendur í tíðindaskrivinum frá ráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























