Fiskimenn fáa nú sjey ára gamla hýru og eftirløn

Fiskimenn fáa nú sjey ára gamla hýru og eftirløn
Fiskimannafelagið og Nortwest Pelagic gjørt semju um Atlantsfarið. Nýggi eigarin skal gjalda
Semja er gjørd um gamlar hýrur hjá Atlantsfarinum.
 
30.07.2017 - 15:30

Semja er gjørd um hýrurnar hjá fimm fiskimonnum, sum vóru við Atlantsfarinum fyri sjey til fimm árum síðani. 

Tað er tó nýggi eigarin, sum rindar monnunum tað, sum gamli eigarin skyldar teimum, sigur Fiskimannafelagið: 

Fimm mans, sum vóru við Atlantsfarinum árini 2010-2012 hava fingið tilsamans 200.000 krónur í endurgjaldi umframt eftirløn fyri at hava verið skeivt avroknaðir fyri ávísar landingar uttanlands.

Tað stendur á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.

Semja um krav

P/f Northwest Pelagic, sum eigur Atlantsfarið, sum nú eitur Norðhavið og hevur annan eigara, hevur rindað Fiskimannafelagnum 250.000 krónur samsvarandi einari semju í fleiri ára langa stríðnum um ávísar landingar uttanlands árini 2010-2012.

Upprunaliga kravið frá Føroya Fiskimannafelagi táttaði tó í 800.000 krónur.

Úrslitið av semjuni er, at fimm mans, sum vóru við Atlantsfarinum, fáa endurgjald fyri mista hýru umframt eftirløn eftir sáttmálanum, hon er fýra prosent, eftirlønin. 

Tað, sum er eftir, fer til at rinda part av sakarmálskostnaðinum, sum partarnir, Fiskimannafelagið og Northwest Pelagic, sambært semjuni bera hvør sær.

Nýggi eigarin rindar

Tað verður kortini nýggi eigarin í Kollafirði, sum keypti skipið um ársskiftið 2015-2026, sum skal rinda tær 250.000 kr., sigur Fiskimannafelagið.

Nýggi eigarin visti um kravið, tá hann keypti Atlantsfarið úr Miðvági, sigur felagið.

Ósemja var eisini um avrokningar, sum eru eldri enn frá 2010. 

Í teimum førunum hevur fyrningarfreistin forðað fyri, at rættarsókn kundi gerast, sigur Fiskimannafelagið.

Onnur ósemja í 2014

Á heysti 2014 var ein onnur semja gjørd um avrokning av einum túri hjá Atlantsfarinum í 2011. 

Manningin fekk allar pengarnar, sum Fiskimannafelagið metti, hon átti til góðar, 117.000 kr.  

Norðhavið hevur ikki veiðiloyvi.

Northwest Pelagic lýkur ikki treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt, sigur Fiskimálaráðið.]]


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114