Nú kanst tú fylgja rákinum á telefonini

Nú kanst tú fylgja rákinum á telefonini
Rákið verður dagført 15. hvønn minutt, og tað ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn fyrr
Tað er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at nýta appina
 
10.08.2017 - 15:38

Fiskaaling hevur tikið stig til at menna eina app, sum nú er tøk á snildfon, har til ber at fylgja sjóvarfallinum kring oyggjarnar.

Rákið verður dagført 15. hvønn minutt. Við nýggju appini, sum eitur Rák, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn fyrr, sigur Fiskaaling í tíðindaskrivi.  

Umframt til sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar. Hon kann eisini nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera.

Tá appin er fingin á snildfonina, er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at brúka hana.

Og tá hon verður latin upp, vísir appin eina mynd av Føroyum, sum yvirskipað vísir, hvussu rákið er júst tá.

Nýggj mynd hvørt korter

Nýggj mynd av rákinum verður síðani roknað fyri hvønn 15. minutt. Dagur og klokka síggjast niðast á skíggjanum.

Eisini ber til at fara inn í ein álmanakka, velja ein ávísan dag og so síggja rákið fyri hvørjar 15 minuttir fyri valda dagin.

 Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkuna Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, og Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni: www.rak.fo, har eisini ein vegleiðing er tøk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497