Kommunal samstørv skulu ikki sleppa so lætt

Kommunal samstørv skulu ikki sleppa so lætt
Lógarbroyting er komin aftur í løgtingið. Innlendismálaráðið vil sleppa at fara eftir samstarvi hjá kommunum
Sirið Stenberg hevur lagt fram aftur broytingina í kommunustýrislógini.
 
28.08.2017 - 07:07

Uppskotið um, at Kommunala eftirlitið skal eisini hava møguleika at seta tiltøk í verk móti kommunalum samstørvum, er komið aftur í tingið.

Uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, datt burtur í farnu tingsetu,

Uppskotið um lógarbroytingina kom eftir, at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. 

Fekk einki gjørt

Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur sum er onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum, bara eftir einstøkum kommunum.

Innlendismálaráðið, har sum Kommunala eftirlitið, kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyribils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655