Tveir tunlar til Suðuroynna bíligari enn ein

Tveir tunlar til Suðuroynna bíligari enn ein
Trygdarkrøvini gera, at bíligari er at lata Suðuroyartunnilin koma upp í Skúgvoynni. Tilsamans verður undirsjóvartunnilin yvir 26 kilometrar
Landsverk mælir til, at Skúgvoyggin verður knýtt upp í Suðuroyartunnilin.
 
05.09.2017 - 07:27

Tað verður bíligari at gera Suðuroyartunnilin í tveimum, tað er at lata hann koma upp í Skúgvoynni, tí trygdarkrøvini verða sett hvørjum tunli sær, tunlinum millum Sandoynna og Skúgvoynna og tunlinum millum Skúgvoynna og Suðuroynna.

Landsverk mælir tí til at gera tunnilin í tveimum.

Tunnilin verður 26,2 kilometrar langur, og hann er mettur at kosta 3,1 milliard krónur.  

Tunnilin millum Sandoynna og Skúgvoynna verður níggju kilometrar og 17,2 kilometrar eru millum Skúgvoynna og Suðuroynna.

Landsverk sigur, at í Sandoynni er høgligast at leggja tunnilsmunnan í grótbrotinum nærhendis Sandsbygd.

400 metrar millum munnarnar

Í Skúgvoynni verða munnarnir sunnan fyri bygdina, har tað verða okkurt um 400 metrar millum munnarnar og ein vegur til bygdina.

Í Suðuroynni kemur tunnilin upp í Sandvík. Ein nýggjur Sandvíkartunnil má tí eisini gerast.

Tunnilsmunnin í Hvalba til nýggja Sandvíkartunnilin verður vestan fyri bygdina, og ein nýggjur vegur verður gjørdur uttan um Hvalba, so tann nógva ferðslan ikki skal gjøgnum bygdina.

Milliónir til kanningar

Bæði Landsverk og Jarðfeingi mæla til, at jarðfrøðin, har sum tunnilin skal gerast, verður kannað.

Landsverk skjýtur tí upp at játta 3,7 mió. krónur yvir trý ár til hetta arbeiðið, frá tí at ásett verður at byrja upp á undirsjóvartunnilin til Suðuroynna.

Harafturat krevjast millum eina og tvær milliónir til at kanna trygdina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459