Royna nýggju ferðaseðlaskipanina við Teistanum

Royna nýggju ferðaseðlaskipanina við Teistanum
Nú kunnu tey, sum hava bil, bíleggja ferðaseðil á netinum
 
10.09.2017 - 09:32

Um hálvan oktober verður talgilda ferðaseðlaskipanin sett í gildi á Gomlurætt.

Tað skrivar in.fo.

Tá fer at bera til at bíleggja ferðaseðil til bilin við Teistanum av Gomlurætt til Skopurnar á internetinum.

Men tey, sum skulu við Teistanum úr Skopun á Gomlurætt, mugu framvegis bíða á havnarlagnum í Skopun, tí borgarstjórin, Gerhard Lognberg hevur mælt frá at seta nýggju skipanina í gildi.

Hann heldur, at bíleggingarskipanin eigur ikki at fevna um allar bilarnar, tí tað verður ein forðing hjá eldri fólki, sum ikki dugir so væl við teldum.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur við in.fo, at við talgildu ferðaseðlaskipanini ber til at tryggja sær pláss við ferjuni ein túr.

Eru pláss eftir, sleppa tey, sum ikki hava bílagt ferðaseðil, eisini við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949