Nýggj mastur á Sornfelli

Nýggj mastur á Sornfelli
Umvælingararbeiðið verður liðugt í dag ella í morgin
Samskiftisútgerðin á Sornfelli fekk stóran skaða í jólaódnini í fjør
 
14.09.2017 - 13:57

VHF-samskiftið hjá Tórshavn Radio verður nú lagt um. 

Tað merkir, at VHF, rás 26, og eisini AIS-móttøkan á Sornfelli eru óvirkin ein dag aftrat, sigur MRCC.

Arbeitt verður við at flyta antennurnar yvir í nýggju mastrina, og sendiútgerðin skal eisini flytast í onnur høli. 

Tað var jóladag í fjør, at størri kupilin á Sornfelli, sum hýsir radaranum hjá Naviair, hoknaði undan nógva vindinum, og radarin fekk skaða. 

Flogferðslan brúkar henda radaran.

Ein mastur, sum er 35 metrar høg, sum fleiri antennur eru festar í, fekk eisini skaða, og má skiftast. 

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið liðugt seint í dag ella í morgin.

Sornfelli er ein av átta støðum hjá MRCC. 

Hinar eru Støðlafjall, Hesturin í Suðuroynni, støðin norðarlaga í Kalsoynni, Hálsurin eystan fyri Klaksvík, Eiðiskollur, Mykines og støðin í Fugloy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776