Fíggjarmálaráðið tók løgtingið av ræði

Fíggjarmálaráðið tók løgtingið av ræði
Fíggjarmálaráðið broytti fíggjarlógina fyri 2017 uttan um løgtingið, sigur skrivarin hjá Fíggjarnevndini
Fíggjarlógin varð broytt í Fíggjarmálarráðnum eftir at løgtingið hevði samtykt hana.
 
17.09.2017 - 09:55

Fíggjarmálaráðið tók løgtingið av ræði og broytti av sínum eintingum fíggjarlógina fyri 2017.

Fíggjarmálaráðið kann ikki rætta fíggjarlógina, sum løgtingið hevur samtykt, og løgmaður hevur lýst sum lóg.

Skrivarin hjá Fíggjarnevndini, Høgni Joensen, ger nevndina varuga við hetta, nú nevndin viðger uppskotið um eykajáttanarlóg fyri august.

Hann sigur, at eftirkanningin hjá Løgtingsskrivstovuni vísti, at samsvar er ikki er millum fíggjarlógina, sum løgtingið samtykti, og sum løgmaður síðani lýsti, og fíggjarlógina, sum Fíggjarmálaráðið arbeiðir eftir.

20 milliónir á muni

Í fíggjarlógini, sum løgtingið samtykti, stendur, at góðar 22,6 mió. kr. skulu í Búskapargrunnin.

Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum nú er í tinginum, er upprunaliga játtanin vorðin góðar 42,8 mió. kr.

Hetta er sama upphæddin, sum er í ritinum Fíggjarlóg 2017, sum Fíggjamálráðið gav út.

Fíggjarmálaráðið sigur, at fíggjarlógin er rættað, so hon er í samsvari við lógina um Búskapargrunnin.

Bara løgtingið

Men skrivarin hjá Fíggjarnevndini sigur, at Fíggjarmálaráðið kann ikki rætta ella broyta fíggjarlógina soleiðis.

Ein slík rætting krevur heimild í sjálvari fíggjarlógini. 

Ta heimildina hevði Fíggjarmálaráðið ikki. 

Bara løgtingið kann rætta fíggjarlógina, ikki Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542