Almennir bygningar lúka ikki brunakrøv

Almennir bygningar lúka ikki brunakrøv
Meginparturin av játtanini til at umvæla almennar bygningar fer til tað akutta, m.a. ognir sum ikki lúka brunakrøv. Enn er ikki komið á mál.
 
07.11.2017 - 07:43

Landið hevur framvegis bygningar, sum ikki lúka ásett krøv, sum til dømis brunakrøv.

Tað sæst í svari frá landsstýrismanninum í samferðslumálum til fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Fíggjarnevndin hevur spurt landsstýrismannin, hvussu játtanin til umvæling av almennum bygningum er brúkt. Hetta er ein játtan, sum er 21 milliónir krónur í ár.

Henrik Old svarar, at higartil eru 16 milliónir brúktar til 90 ymiskar umvælingar-verkætlanir.

Landsverk flokkar ognirnar hjá landinum í fimm bólkar og raðfestir hesar saman við leiðslunum av bygningunum.

Fyrsti flokkurin er "Lógar og myndugleikakrøv", og hesin er tann mest átrokandi. Her er talan um bygningar, sum ikki lúka mynduleikakrøv, til dømis brunakrøv.

28 prosent av játtanini verður brúkt til hendan flokkin í ár. Men hetta merkir tó ikki, at komið er á mál við hesum flokkinum, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarnevndina.

Tað vil siga, at tað framvegis eru bygningar hjá landinum, sum ikki lúka ásettu krøvini. Onki stendur um, hvørjir hesir bygningarnir eru.

Næsti bólkurin er tað, sum eitur "Álvarsligt". Hetta eru ognir, sum eru sera illa farnar. Til dømis kunnu tað vera beinleiðis lekar í loftinum, soppavøkstur og annað. 65 prosent av játtanini verður brúkt til hendan flokkin í ár.

Og so eru næstan ongir pengar eftir til hinar bólkarnar, sum eru vanligt viðlíkahald, brúkaraynski og orkuátøk. Seks prosent av játtanini verður brúkt til vanligt viðlíkahald av teimum 240.000 fermetrunum av almennu bygningunum, og eitt prosent fer til orkuátøk, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svarinum til fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862