Eingin týsk stjórn

Eingin týsk stjórn
Stjórnarsamráðingarnar í Týsklandi eru steðgaðar, eftir at liberali flokkurin, FDP, fór burturúr samráðingunum í gjárkvøldið. Tað skrivar AFP
 
20.11.2017 - 09:02

- Tað er betri ikki at stjórna landinum enn at stjórna illa, segði formaðurin í FDP, Christian Lindner, tá hann fór úr samráðingarhølinum.

Hann legði dent á, at tað ikki hevði borið til at fáa álit á Angelu Merkel, samveldiskanslara, og heldur ikki á Grøna flokkinum, sum eisini var við í samráðingunum.

Partarnir hava í meir enn ein mánað samráðst um nýggja stjórn í Týsklandi, sum er størsti búskapurin í Europa.

Samráðingarnar hava ført til ógvusligt stríð ímillum partarnar, og at enda vóru flokkarnir mestsum ósamdir um alt.

Serliga hevur ósemja verið um innflytarar.

Angela Merkel hevur ikki verið so nógv ímóti at fremmandafólk koma til landið, og tað hevur havt við sær, at yvir ein millión fólk eru komin til Týsklands síðani í 2015.

Tað hevur skapt misnøgd ímillum fólk, so flokkar á høgraveinginum hava fingið størri undirtøku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221