Fíggjarlógin bíðar eftir fiskivinnunýskipanini

Fíggjarlógin bíðar eftir fiskivinnunýskipanini
Fíggjarnevndin hevur fund í Vestmanna í dag. Fíggjarlógin 2018 er til viðgerðar
Ruth Vang í Framsókn er forkvinna í Fíggjarnevndina.
 
24.11.2017 - 12:56

Fíggjarlógin fyri 2018 noyðist at bíða eftir fiskivinnulógunum, tí tøl haðani skulu við í fíggjarlógina.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer í dag at viðgera uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018.

Fundurin er í kommunuskrivstovuni í Vestmanna. 

Tveir limir í nevndini búgva í Vestmanna, Bárður á Steig Nielsen og Pauli Trond Petersen.

Ruth Vang, forkvinna í nevndini, veit ikki, nær nevndin skrivar álit. 

Men nevndin noyðist at bíða eftir fiskivinnunýskipanini og øðrum fiskivinnulógum, tí tøl haðani skulu við í fíggjarlógina.

Tveir avlýstir 

Tveir fundir hjá Fíggjarnevndini eru avlýstir í hesari vikuni, tí politiska støðan var so óstøðug.

Nevndin hevur nógv mál at viðgera, 17 mál eru á skránni hjá nevndini í dag.

Men Ruth Vang sigur, at nevndin fer fyrst og fremst at viðgera fíggjarlógina í dag, ganga gjøgnum alt tilfarið, sum nevndin hevur fingið.

Nøkur mál eru liðugt viðgjørd og klárt er at skriva álit um tey.

Fíggjarnevndin hevur fund aftur mánadagin. Tá fer nevndin at hoyra landsstýrisfólkini. 

   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974