Betri trygging skal hava 100 milliónir afturat

Betri trygging skal hava 100 milliónir afturat
Neyðugt er at styrkja felagið, sum nú skal samráðast um endurtryggingar
Betri trygging hevur havt stórar skaðar at gjalda. Felagið skal nú samráðst um endurtryggingar og fær tí meira eginkapital.
 
14.12.2017 - 11:18

Betri trygging skal hava 100 milliónir krónur afturat í kapitali frá móðurfelagnum P/f Trygging. 

Hetta er neyðugt, nú Betri trygging skal samráðast um endurtryggingar.

Endurtrygging er tryggingin hjá Betri trygging.

Betri trygging hevur eisini havt stórar skaðar at gjalda.

Tá er neyðugt, at Betri trygging er sterk fíggjarliga, tá hon fer at samráðast um endurtryggingar, sigur stjórin, Ingunn Eiriksdóttir.

Tá Betri trygging hevur fingið 100 milliónir afturat, fer eginognin hjá felagnum upp í 590 mió. kr.

Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður í Betri trygging 28.desember.

Ingunn Eiriksdóttir, sum var næstforkvinna í nevndini, er vorðin stjóri í Betri trygging.

Tí skal veljast fólk í nevndina fyri hana á eykaaðalfundinum eftir jól.

Teitur Samuelsen varð á seinasta nevndarfundi valdur til næstformann í Betri trygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659