Tvøroyrar býráð skipar seg av nýggjum 8. januar

Tvøroyrar býráð skipar seg av nýggjum 8. januar
8. januar verða nevndirnar í Tvøroyrar býráði ætlandi skipaðar av nýggjum. 
 
30.12.2017 - 10:28

Býráðsfundur var í gjár, og tá vóru boðini til nýggja meirilutan at siðvenja á júst hesum fundinum er, at tað bara eru eykajáttananir og skipan av fundardøgum næsta ár fyri.

Nýggi meirilutin á Tvøroyri við Bjarna Hammer, Boga Johannesen og Súsonnu Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum saman við Kristinu Roest vil tí, at nevndirnar verða skipaðar av nýggjum á næsta fundi. Tað er 8. januar, og hetta hevur borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum nú er í minniluta í sínum egna býráð, ikki avvíst.

Nýggi meirilutin krevur, at fáa formansskapin og meirilutan í øllum nevndum, sum tilber. 

Uttan mun til, hvussu hesar nevndir verða valdar og skipaðar, fer borgarstjórin tó framhaldandi at eita Kristin Michelsen og varaborgarstjórin Anita Viðbergsdóttir. Tey eru vald fyri alla setuna. Og borgarstjórin er eisini føddur formaður í fíggjarnevndini, so tann postin fær nýggi meirilutin heldur ikki. Tó so kunnu tey fáa meirilutan í hesi nevnd uttan at hava formannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025