Føroyingar kláraðu seg væl til DM í inniróðri

Føroyingar kláraðu seg væl til DM í inniróðri
Sjey gullmerki, fýra silvur og ein bronsa fóru til føroyingar, sum vóru farnir til Danmarkar at kappast í DM í inniróðri í gjár
Sunneva L. Leo vann gull
Mynd: Róðrarsamband Føroya  
 
28.01.2018 - 10:29

Í gjár var Danmarksmeistaraskap í inniróðri, og fleiri føroyingar vóru farnir til Danmarkar at luttaka.

Kappingin var hildin í Gladsaxe-høllini í Søborg og ikki færri enn 12 føroyskir rógvarar tóku lut í kappingini.

Fleiri av teimum kláraðu seg stak væl og 9 av teimum fingu heiðursmerki.

Í alt 7 gull, 4 silvur og eina bronsu bleiv tað til. 

Róðrarsambandið fegnast um úrslitið og skipar fyri móttøku í ÌSF-húsinum í dag klokkan 16, har høvið verður at heilsa uppá rógvararnar.

 

Niðanfyri síggjast úrslitini hjá føroysku rógvarunum á vanliga kappingarteininum:

Sunneva Lamhauge Leo gull Junior C II piger 13 år 3min 767m

Emma Langgaard Nagurset gull Junior C piger 14 år 4min 1077m

Helgi Olsen silvur Junior C drenge 14 år 4min 1147m

Kristianna Skarpheðinsdóttir 4. pláss Junior B II piger 15 år 2000m 7:52.4 min

Nikoba í Gong gull Junior B piger 16 år 2000m 7:25.8 min

Unnur W. á Tórgarði bronsa Junior C piger 14 år 4min 1018m

Elin Døgg Súnadóttir 6. pláss Junior B II piger 15 år 2000m 7:57.1 min

Sarita Kristina Hansen gull veteran dame 30–39 ár lættvekt 2000m 7:28.4 min

Jón Nónklett gull veteran herre 40–49 ár 2000m 6:12.1 min

Bergur Dam Jensen silvur veteran herre 30 – 39 ár lættvekt 2000m 6:35.3 min

Toni Dam silvur veteran herre 50–59 ár 2000m 6:22.8 min

 

Úrslitini frá spurtinum (200 m) :

Emma Langgaard Nagurset gull Junior C piger 13-14 år 39,6 sek

Unnur W. á Tórgarði silvur Junior C piger 13-14 år 41, 2 sek

Sunneva Lamhauge Leo 6. pláss Junior C piger 13-14 år 43, 1 sek

Helgi Olsen gull Junior C drenge 13-14 år 34, 7 sek

Elin Døgg Súnadóttir 4. pláss Junior B piger 15-16 år 38,6 sek

Nikoba í Gong 5. pláss Junior B piger 15-16 år 38, 7 sek

Kristianna Skarpheðinsdóttir 18. pláss Junior B piger 15-16 år 43,9 sek

Jannik K. Dalfoss 9. pláss Junior B drenge 15-16 år 35,7 sek

Sarita K. Hansen 4. pláss Senior kvinde åben 38,6 sek

Bergur R. Dam Jensen 6. pláss Senior mænd åben 32,1 sek

 

Stafettin (2000m):

Sunneva, Unnur, Kristianna og Jannik 3. pláss Junior 10-16 ár 7:17.7 min

Emma, Helgi, Elin og Nikoba 7. pláss Junior 10-16 ár 7:30.4 min

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juli
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
178589
Sunnudag 28. juli
Tað er einaferð um árið
178584
Sunnudag 28. juli
Radio Stjernekilde (6:11)
178579
Sunnudag 28. juli
Ólavsøkuaftan: Til Havnar vit fara...
178441
Leygardag 27. juli
Morgunlestur leygardagur 27. juli 2024
178384
Nýggjastu sendingar í SV