Nýggj smoltstøð fingið góðkenning sum kann kærast

Nýggj smoltstøð fingið góðkenning sum kann kærast
Treytir eru við góðkenningini, sum Umhvørvisstovan hevur latið
Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Strond á Borðoynni.
 
14.02.2018 - 09:54

Umhvørvisstovan hevur góðkent virksemið á smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Strond á Borðoynni.

Á smoltstøðini verða rogn, sum verða keypt frá øðrum veitara ald til smolt. 

Størsti parturin av smoltunum verður fluttur beinleiðis í brunnbát og settur út í aliringar. 

Smoltini fara at viga um 500 gramm. 

Smoltstøðin hevur valt eina vatnreinsiskipan, sum ger tað møguligt at endurnýta 99,7 prosent av vatninum.

Tí fer smoltstøðin at klára seg við 100 rúmmetrum av nýggjum vatni um tíman.

Dálking

Ein ávís dálking kann koma frá smoltstøðum.

Hon stavar millum annað frá fóðri og skarni. 

Tí er serligur dentur lagdur á í góðkenningini, at skarn og avlop av fóðri ikki hópa seg upp og elva til dálking á botninum.

Góðkenningin hevur ta treyt, at Bakkafrost Farming kannar botnin, har sum útleiðingin verður gjørd. 

Um tað vísir seg, at útleiðingin elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.

Fleiri treytir

Eisini eru treytir settar um ampar av óljóði, lukti og øðrum.

Tey, sum hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri, sigur Umhvørvisstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949