Vilja hava kampus í Føroyum

Vilja hava kampus í Føroyum
Sambandsflokkurin vil hava landsstýrið at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at byggja kampusøki til Fróðskaparsetrið og mentanarstovnar
 
28.02.2018 - 09:28

Flokkurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tað er ein fyritreyt fyri at menna hægri útbúgvingar og gransking, at akademiska vitanin verður savnað á einum kampusøki, sum hevur til endamáls at samansjóða, skapa trivnað, brúka felags høli, útbúnað, lærarar og undirvísing.

Fróðskaparsetrið er ein nátúrligur miðdepil fyri akademiska umhvørvið í Føroyum, og má hava bestu umstøður at virka og mennast undir, sigur Sambandsflokkurin.

Flokkurin heldur, at almennu søvnini, eitt nú Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið, verða løgd í sama umhvørvi fyri at gera tey meira áhugaverd og sjónlig.

Uppskotið fer ikki at hava størri rakstur við sær, av tí at raksturin longu er á fíggjarlógini. 

Talan er harafturímóti um at savna verandi virksemi saman í størri og hóskiligari eind, enn støðan er í dag, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985