Varðin keypir høvðussætið hjá Bank Nordik

Varðin keypir høvðussætið hjá Bank Nordik
Reiðaríiið Varðin hevur keypt høvuðssætið hjá Bank Nordik í Havn.
 
01.03.2018 - 12:32

Bankin boðar ídag frá, at avtala er gjørd við P/F Varðin um at selja felagnum høvuðssætið hjá  BankNordik í Havn, og at bankin síðani langtíðarleigar hann aftur frá teimum. 

Fyrr í vikuni, tá ársroknskapurin hjá samtakinum varð útgivin, kom tað fram, at Bank Nordik hugsaði um at selja høvuðssætið. 

Ognin varð seld fyri 140 milliónir krónur, og Bank Nordik skal leiga bygningin í 15 ár við møguleika at leingja leigumálið við 5 árum. 

Avtalan er tó treytað av, at aðalfundurin hjá Varðanum góðtekur hetta. Hetta gevur bankanum 70 milliónir krónur í vinnnigi fyri skatt. 

Árliga leigan er 5 milliónir krónur, og leigan hækkar við einum prosenti um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360