Kielsen skrivar út val

Kielsen skrivar út val
- Avbjóðingarnar eru stórar, og valstríðið er longu byrjað, sigur Kim Kielsen, sum tí vil hava landstingsval í apríl
Kim Kielsen á tíðindafundinum í Nuuk í gjár, tá hann boðaði frá, at landstingsval verður í Grønlandi 17. ella 24. apríl
Mynd: KNR  
 
06.03.2018 - 06:52

Landstingsval verður í Grønlandi antin 17. ella 24. apríl. Tað boðaði Kim Kielsen, landstingsformaður frá á tíðindafundi í gjár. Seinasta landstingsval í Grønlandi var 28. november í 2014, og tá valskeiðið er fýra ár, er tað seinasti dagur at halda val.

Kim Kielsen sigur, at hann skrivar út val nú heldur enn í heyst fyri at sleppast kann undan at tingarbeiðið í vár fer upp í valstríð.

-Avbjóðingarnar eru stórar, og valstríðið er longu byrjað. Eg haldi ikki, at hevði verið hóskandi fyri landstingslimir at reka valstríð, heldur enn gera tað, tey eru vald til, segði Kim Kielsen á tíðindafundinum í gjár.

Hann heldur, at eitt val í apríl fer at geva nýggja landstinginum góðar arbeiðsumstøður, tí tingið kann arbeiða fram til juni og fer eisini at hava góða tíð at viðgera komandi fíggjarlógina.

Men hetta hevur eisini við sær, at alt lógararbeiði í Grønlandi steðgar, og at eitt umstrítt uppskot um nýggja fiskivinnulóggávu fellur burtur. Næsta landsting skal taka støðu til, um tað arbeiðið skal halda fram ella ikki.

Á landstingsvalinum í 2014 fekk Siumut fekk triðju hvørja atkvøðu og skipaði samgongu við Demokratarnar og Atassut.

31 limir sita í grønlendska landstinginum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096