Bilar tyngja arbeiða hjá Landsverki

Bilar tyngja arbeiða hjá Landsverki
Landsverk roynir at grava um Velbastaðháls, har tað ikki hevur verið koyrandi í morgun, men tað er torført, tá nógva ferðslan heldur á
 
08.03.2018 - 09:59

Ferðslan um Velbastaðháls er framvegis nógv, hóast Landsverk hevur boðað frá, at har ikki er koyrandi. Tískil brúkar Landsverk nógva orku uppá at flyta bilar, ið hava koyrt seg fastar í kavanum. 

Sum nú er, er eitt spor grivið um Velbastaðháls. Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki sigur, at um Landsverk fær frið at grava, er størri møguleiki fyri, at Landsverk fær grivið kavan á báðum koyribreytunum vekk.  

Bjarni Petersen sigur, at tað tyngir arbeiðið hjá Landsverki, at so nógvir bilar hava koyrt seg fastar um Velbastaðháls. Í løtuni royna teir at vita um Sløkkiliðið kann hjálpa at flyta bilarnar, soleiðis at tað verður sloppið undan at skumpa bilarnar burtur, tá hetta ger skaða á bilarnar. 

Tískil heitir Landsverk á bilførarar um ikki at koyra um Velbastaðháls. 

Ikki koyrandi til Gjáar og á Oyggjarvegnum

Hann sigur eisini, at tað framvegis ikki er koyrandi til Gjáar, men at teir eru komnir niðan á Skarð nú. Koyrilíkindi eru vánalig, og tað fýkur illa. 

Á Oyggjarvegnum er grivið til Mjørkadals, og grivið verður víðari móti Norðradali hesa løtuna. 

Veðrið sær annars frægari út, og tað sær eisini út til, at tað bara verður frægari, sum dagurin gongur, sigur Bjarni Petersen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008