Enniberg fer í kvøld við sløktum vakmyndatólum

Enniberg fer í kvøld við sløktum vakmyndatólum
Dátueftirliitð fingið skrivliga váttan frá reiðaríinum um, at vakmyndatólini vera sløkt, meðan málið verður viðgjørt
Enniberg fer nýggjan túr í kvøld - við sløktum vakmyndatólum.
 
20.03.2018 - 11:17

Tá flakatrolarin Enniberg fer nýggjan túr í kvøld, verða vakmyndatólini umborð sløkt.

Tað hevur Dátueftirlitið fingið skrivliga váttað fyri frá reiðaríinum P/f Ennibergi.

Samskiftið hevur verið millum Dátueftirlitið og P/f Enniberg, síðani sagt varð frá vakmyndatólum í verksmiðjuni á Ennibergi í dulnevndum brævi sunnukvøldið. 

Brævið, sum er almennt, er eisini sent Dátueftirlitinum, Fiskimannafelagnum og Fiskimálaráðnum.

Ein í manningini sigur seg hava skrivað brævið. 

Brævið er undirskrivað "Ein av gott 40 monnum, ið eru undir eftirliti hjá P/F Ennibergi." 

Eingin kæra

Eingin formlig kæra er komin um vakmyndatólini, men Dátueftirlitið kannar málið. 

Tað verður ikki gjørt eftir einum degi, men er ein tilgongd, sum nú er byrjað, sigur Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátueftirlitinum.

Yvirskipað er tó púra greitt, at so leingi loyvi ikki er givið til at brúka vakmyndatól og fráboðan givin um loyvið, eiga vakmyndatólini at vera sløkt.

Prógv

Dátueftirlitið hevur ikki fingið prógv um, at vakmyndatól vóru í verksmiðjuni á Ennibergi seinasta túr, sigur Eyðhild Skaalum.

Ein fyrisitingarligur myndugleiki má hava greið prógv, um hann skal avgera eitt mál.

Tí kann Dátueftirlitið ikki staðfesta nú, at lógin er brotin.

Enniberg fer nýggjan túr í kvøld klokkan átta.

Dátueftirlitið hevur fingið váttað, at vakmyndatólini verða sløkt so leingi Dátueftirlitið viðger málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425