Birgir Nielsen framvegis formaður í Betri Samtaki

Birgir Nielsen framvegis formaður í Betri Samtaki
Ognarfelagið Tryggingartakaranna hevði aðalfund í gjár, har roknskapurin hjá felagnum varð góðkendur og nevnd til Betri samtakið varð vald.
 
24.03.2018 - 12:20

Trý fólk stóðu fyri vali. Birgir Nielsen, Karl Birgir Isaksen og Annika Waag. Annika Waak tók ikki við afturvalið.

Birgir Nielsen og Karl Birgir Isaksen vórðu afturvaldir og Aslaug Gisladóttir varð vald fyri Anniku Waag.


Aslaug Gisladóttir fekk flest atkvøður, nemliga 26, meðan Karl Birgir Isaksen fekk 20 og formaðurin fekk 17.

Tað var 5 fleiri enn tann næsti á listanum, sum var Shandorf Vang. Hann fekk 13 Atkvøður.


9 fólk stillaðu upp til nevndina og fimm av teimum vóru innstillaði av tilráðingarnevndini. Øll trý, sum vórðu vald, vórðu innstillaði av tilráðingarnevndini.

Tað er fyrstu fer í fleiri ár, at umboðsráðið hevur tikið tilráðingarnar hjá tilráðingarbólkinum til eftirtektar og bara valt nevndarlimir, sum nevndir mælir til.

Umframt at vera nevndarlimur í Betri PF verður Aslaug Gisladóttir í nevndini hjá Betri Banka og Bogi Nielsen, sum eisini situr í nevndini í Betri Pensjón er nýggjur limur í nevndini í Betri Trygging.

Nevndirnar í Betri Heim og Betri Pensjón vórðu afturvaldar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025