- Tað harmist eg um

- Tað harmist eg um
Tað segði Mark Zuckerberg, sum stovnaði Facebook, í eini hoyring í amerikanska senatinum í gjárkvøldið viðvíkjandi dátagøluni
Mark Zuckerberg í senatinum tann 10. apríl
 
11.04.2018 - 08:28

Facebook gjørdi ikki nóg mikið til tess at forða fyri, at ein privat greiningarfyritøka brúkti persónligar upplýsingar hjá 87 milliónum Faceboook-brúkarum.

Tað viðgekk Mark Zuckerberg, sum stovnaði Facebook, í eini hoyring í amerikanska senatinum í gjárkvøldið.

- Tað harmist eg um, segði Zuckerberg. Hann segði, at Facebook er farin at kanna appir, sum sleppa fram at dátum hjá teimum, sum brúka Facebook.

Talan kann verða um tíggju túsund tals appir.

- Tað fer at taka tíð at gera neyðugu broytingarnar. Men eg havi skyldu til at gera tað á rættan hátt, segði 33 ára gamli Zuckerberg.

Hoyringin í senatinum í gjárkvøldið var tann fyrra, har stovnarin av Facebook slapp at greiða senatinum frá málinum. 

Seinna hoyringin verður í umboðsmannatinginum dag.

Herfyri kom fram, at greiningarfyritøkan, Cambridge Analytica, fekk atgongd til dátur hjá 87 milliónum Facebook-vangamyndum.

Hesar dátur eru eftir øllum at døma brúktar til at royna at ávirka amerikanskar veljarar á forsetavalinum í 2016.

- Vit fara at kanna út í sær, hvat Cambridge Analytica gjørdi, segði Mark Zuckerberg í senatinum í gjárkvøldið. 

Stutt eftir, at hoyringin varð byrjað, hækkaði virðið á partabrævinum í Facebook 4,6%, og tað er tað mesta, síðani gølan kom undan kavi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365