Madsen fekk lívslanga fongsulsrevsing

Madsen fekk lívslanga fongsulsrevsing
Fyri løtu síðani endaði eitt tað mest umtalaða og merkisverda rættarmálið í Danmark.
 
25.04.2018 - 11:56

Drápið á á svenska journalistin, Kim Wall, kostar Peter Madsen lívslanga fongsulsrevsing.

Hann er dømdur at hava dripið svenska journalistin, tá tey bæði vóru í kavbátinum Nautilus í august mánaði í fjør.

Líkið av Kimm Wall bleiv parterað, og kropslutirnir blivu tveittir á vágna í býnum Køge.

Eitt serstakliga stórt og drúgt kanningararbeiði gjørdi, at løgreglan í Keypmannahavn ákærdi 47 ára gamla Peter Madsen. Hann bleiv ákærdur fyri dráp, óhóskandi viðferð av líki, annað seksuelt samband enn samlegu og eisini fyri brot á siglingarreglurnar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343