Spreinging á jødiskum festivali í London

Spreinging á jødiskum festivali í London
Í minsta lagi 10 fólk hava fingið skaða í eini spreinging á einum jødiskum festivali í London í nátt. Tað skrivar BBC.
 
03.05.2018 - 10:05

Sjónbandaupptøka frá staðnum vísir, at tað endaði galið, tá gestir á festivalinum skuldu kynda bál.

Jødiska tíðindastovan, The Yeshiva World, skrivar, at 30 persónar fingu viðgerð á staðnum, og at 10 fólk vórðu flutt á sjúkrahús.

Spreingingin hendi við Stamford Hill í norðurLondon. 

Sambært The Yeshiva World, valdaði ruðuleiki á staðnum og fólk vóru ræðslusligin eftir spreingingina.

Tað er enn ógreitt, hví spreingingin hendi, men frágreiðingar eru um, at bensin varð stoytt á bálið. 

Onnur skriva, at í minsta lagi ein fartelefon varð tveitt í bálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365