Uttanríkisráðharrar fundast

Uttanríkisráðharrar fundast
Klokkan nígggju byrjaði árligi uttanríkispolitiski fundurin millum uttanríkisráðharrarnar í Danmark og Føroyum, Anders Samuelsen og Poul Michelsen
Savnsmynd av Anders Samuelsen og Poul Michelsen.
 
09.05.2018 - 08:47

Á skránni er føroyska ynskið at broyta uttanríkispolitisku lógina, verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, føroyska umsóknin um limaskap í norðurlendska samstarvinum og sínámillum kunning.

Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur fleiri ferðir alment fílst á, at Føroyar ikki fáa kunning á trygdarpolitiska økinum. Seinast tá kreppa var millum vestanlond og Russland, tá ein fyrrverandi russiskur njósnari og dóttir hansara vóru eitrað í bretska býnum Salisbury.

Vestanlond - eisini Danmark - søgdu, at Russland hevði ábyrgdina av atsóknini, og mong russisk sendifólk vórðu útvíst. Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, segði, at Føroyar ikki kundu taka støðu í málinum, tí vit høvdu ongar upplýsingar, sum ein støða kundi byggjast á. 

Klokkan 10:30 verður tíðindafundur í Tinganesi. Eftir tíðindafundin fer Anders Samuelsen í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, fer aftur til Danmarkar í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329