Hitta partarnir aftur týsdagin

Hitta partarnir aftur týsdagin
Týsdagin fer semingsstovnurin aftur á fund við kommunulæknarnir og lønardeildina.
 
11.05.2018 - 17:16

Týsdagin fer semingsstovnurin á fund aftur við Kommunulæknarnir og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsstovnurin hevði fund við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í dag, og hevur fingið tilfar frá teimum, sum semingsmennirnir fara at brúka vikuskiftið til at hyggja ígjøgnum.

Semingsstovnurin hevði fund við kommunulæknarnar seinnapartin mikudagin.

Týsdagin hittast partarnir so aftur.

Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini samráðast aftur í dag.

Arbeiðsgevarafelagið sendi boð eftir Semingsstovninum týsdagin.

Semingstovnurin tók ein part úr samráðingunum fyribils, og bað síðani partarnar samráðast um lønina, uttan at Semingsstovnurin var við. Terji Sigurðsson sigur, at partarnir framvegis samráðast, men at hann hevur samband við partarnar.

Fyribils er sáttmálin millum Arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgini longdur til á midnátt í kvøld.

Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar. Men semingsstovnurin hevur valt at bíða við teimum samráðingum til seinni, tí neyðugt er hjá semingsstovninum at raðfesta uppgávurnar, nú stovnurin er uppí so nógvum málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485