Gjalda fyri at ganga út á Trælanípuna

Gjalda fyri at ganga út á Trælanípuna
Hagastýrið í Nípuhaga fer nú at krevja gjald frá fólki, ið vilja ganga túr út á Trælanípuna og til Bøsdalafoss
Mynd: www.hikingproject.com  
 
08.06.2018 - 08:44

Tað veit VP.fo.

Skipanin í Nípuhaga samsvarar við skipanina, sum er komin í gildi í Mykinesi, har hagapartnir hava gjørt avtalu við hiking.fo, sum skal hava vaktarhaldið í Mykinesi. 

Fyribils er skipanin einans galdandi fyri bólkar, sum ætla sær gongutúr út á Trælanípuna. Einstaklingar sleppa tí undan gjaldinum. 

Pengarnir, sum koma inn, fara til at gera eina gøtu niðan á Trælanípu og eina gøtu fram við vatninum og annars til viðlíkahald og ábøtur.

Gunnar K. Nattestad, sum er í hagastýrinum, sigur við VP.fo, at ætlanin ikki er at raka føroyingar, tí sleppa skúlaflokkur og onnur framvegis at ganga frítt.

- Hagin er undir sera nógvum trýsti frá teimum mongu ferðafólknum. Tey vitja hvønn dag og í øllum veðri. Hagafuglurin er mestsum horvin, og seyðurin trívist so illa úti á Trælanípuni, at lombini viga minni, enn tey plagdu.

Soleiðis verður sagt í eini fráboðan frá hagastýrinum, sum samstundis boðar frá, at frá mánadegnum verður ein nýggj skipan sett í verk saman við hiking.fo, har gjaldast skulu 100 krónur fyri hvønn, sum fer til gongu eftir Ovarugøtu, og at gøtan fram við vatninum verður stongd, tí hon er so slitin.

Skipanin verður sett í verk mánadagin 11. juni. Eftir hetta skulu allir túrar frammanundan gjaldast á www.hiking.fo, sigur hagastýrið í fráboðan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531