Tvíkiljan hjá Marine Harvest liðug og sjósett

Tvíkiljan hjá Marine Harvest liðug og sjósett
Mjølnir er bygdur hjá Mest í Havn og er fimta tvíkiljan, sum er bygd har seinasta hálvtannað árið
Mjølnir fór á sjógv í gjárkvøldið.
Mynd: Mest  
 
12.06.2018 - 08:51

Mjølnir, nýggja tvíkiljan hjá Marine Harvest, sum Mest hevur bygt, varð sjósett í Havn í gjárkvøldið

Tvíkiljan er bygd til aliøkið í Sundalagnum, og hon fær heimstað í Haldórsvík.  

Seinasta hálvtannað árið hevur MEST bygt fýra tvíkiljur til Bakkafrost. Mjølnir er fimta tvíkiljan í hesari røðini. 

Allar tvíkiljurnar eru bygdar á skipasmiðjuni í Havn.

Mjølnir er nýbygningur nummar 114 hjá Mest.

Hann er 15 metrar langur og sjey metrar breiður. 

Nýtt í Mjølni er lásiskipan til at binda ketur á aliringum í. Slíka skipan hava aðrar tvíkiljur ikki. 

Mest tvíkilja Mjølnir

Caption: 
Mynd: MEST
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022