Makedonia vil ikki broyta navn

Makedonia vil ikki broyta navn
Forsetin í Makedonia sýtir fyri at skriva undir avtalu við Grikkaland um, at Makedonia skal broyta navn til Lýðveldið Norður-makedonia
Forsetin i Makedonia, Gjorge Ivanov, tekur ikki undir við avtaluni, sum forsætisráðharrin í Makedonia hevur gjørt við Grikkaland um at broyta navnið á landinum.
 
14.06.2018 - 08:48

Tað segði hann á tíðindafundi í gjárkvøldið, har hann eisini grundgav fyri, at navnabroytingin er í stríð við makedonsku grundlógina.

Útlitini fyri at Makedonia kann gerast limur í ES ella í Nato, fáa hann heldur ikki til at broyta støðu viðvíkjandi navnabroytingini, segði Gjorge Ivanon, forseti í Makedonia.

- Eg broyti ikki hugsan, og eg slaki ikki fyri nøkrum slagi av trýsti ella hóttanum. Eg fari hvørki at stuðla ella skriva undir slíka skaðiliga avtalu, segði Gjorge Ivanon, sambært Reuters-tíðindastovuni.

Sambært Reuters, hevur forsetin, sum hevur stuðul frá nationalistisku andstøðuni, heimild at brúka veto móti navnabroytingini. 

Sostatt kann hann sum meginregla steðga avtaluni, sum Soran Saev, forsætisráðharri, og grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, gjørdu í gjár.

Bloomberg skrivar tó, at Gjorge Ivanov, forseti, fyrr hevur nýtt vetorætt sín móti sitandi stjórn, men ein mállóg, sum forsetin nýtti vetorættin ímóti tvær ferðir, varð kortini samtykt. 

Sambært The Independent, skulu uttanríkisráðharrin í Makedonia og í Grikkalandi skriva undir avtaluna nú í vikuskiftinum, og síðani skal parlamentið góðkenna hana. 

Eftir hetta skal forsetin skriva undir hana. Vil hann ikki tað, skal hon aftur leggjast fyri parlamentið. Verður avtalan samtykt fyri aðru ferð, kann hon verða góðkend við ella uttan undirskrift frá forsetanum.

Umframt dupultviðgerðina í parlamentinum skal makedonski forsætisráðharrin vinna á tveimum forðingum afturat, um navnabroytingin skal gerast veruleiki, skrivar Bloomberg.

Fyrst skal fólkið atkvøða um uppskotið. Er meiriluti fyri broytingini, so skulu tveir triðingar av makedonska parlamentinum samtykkja broytingina í grundlógini - og tað krevur stuðul frá andstøðuni.

Sambært Bloomberg, metir Soran Saev, at fólkaatkvøða kann haldast í ár ella í samband við forsetavalið í 2019.

Grikkaland hevur higartil verið ímóti, at Makedonia verður limur í Nato og ES, tí fyrrverðandi partlýðveldið Jugoslavia deilir navn við ein landspart í Grikkalandi. 

ES og Nato eru tilreiðar at taka ímóti lýðveldinum NorðurMakedonia, sum hevur tvær milliónir íbúgvar. ES og Nato eru tilreiðar at fara undir upptøku-samráðingar longu í summar, skrivar dr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610