Ovastin á støðini í Pituffik koyrd frá

Ovastin á støðini í Pituffik koyrd frá
Orsøkin er vantandi førleiki hennara at leiða støðina, verður sagt í tíðindaskrivi
Amerikanska herstøðin í Pituffik í Grønlandi.
 
11.04.2025 - 08:09

Ovastin á amerikonsku herstøðini í Pituffik í Grønlandi, Susannah Meyers, var í gjár koyrd úr starvi.

Tað boðar Space Operations Command frá, tí vantandi álit er á førleika hennara at leiða støðina, stendur í stuttum tíðindaskrivi.

Væntað verður av herovastum, at teir halda seg til hægstu reglur um atburð, serliga tá tað snýr seg um at vera óheftur í røktini av sínum uppgávum, stendur í tíðindaskrivinum.

 

 

Sendi skriv

Fáa dagar eftir at amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, vitjaði á støðini í Grønlandi, sendi Susannah Meyers, sambært miðlinum Military.com ein teldupost til øll starvsfólk á støðini, sum at síggja til skuldi styrkja samanhaldið millum starvsfólkini á støðini, har kanadiarar, grønlendingar og danir arbeiða.

- Eg skilji ikki núverandi politikk, men eg veit, at amerikanska stúranin, sum J.D.Vance tosaði um fríggjadagin, ikki endurspeglar Pituffik Space Base, stendur m.a. í teldupostinum frá frákoyrda oberstinum. 

- Eg lovi, at so leingi, sum eg eri so heppin at standa á odda fyri støðini, fara fløggini hjá okkum øllum at veittra saman, skrivar Meyers víðari í teldupostinum.

Shawn Lee, oberstur, hevur tikið við leiðsluni, skrivar Space Operations Command.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV