Tey brølandi tjúguni í útvarpinum

Tey brølandi tjúguni í útvarpinum
The Roaring Twenties ella Tey brølandi 1920-árini er eitt fjølbroytt, spennandi, mennandi og avbjóðandi tíggjuáraskeið í bæði altjóða og føroyskari søgu
 
22.04.2025 - 09:11

Hetta er fyrsta tíggjuáraskeiðið eftir at fyrri heimsbardagi er av og heimskortið er nú broytt munandi. Búskaparliga gongur tað væl tey fyrstu árini, men sum frálíður sansar at og í 1929 rapar partabrævamarknaðurin í Wall Street – nakað, sum merkist um allan heimin – og eisini í Føroyum.

Politiskt er støðan rættuliga óstøðug. Og tað er eisini í 1920-árunum, at grundarsteinarnir verða lagdir til altjóða útbreiðsluna av kommunismuni, fascismuni og nazismuni.

Tað er eisini í 1920 at rúsdrekkaforboð verður sett í gildi í USA. Men kortini verða tey brølandi 1920-árini tíggjuáraskeiðið hjá rúsdrekkahandilsmonnum og virksemi við heimabrendum rúsdrekka, samstundis sum hetta gerst grundarlagið fyri brotsmannaveldi hjá Al Capone og øðrum, sum forvinna nógvan pening á svarta marknaðinum – og ofta í samstarvi við korruptar embætismenn.

Í Føroyum eru 1920-árini knapt so brølandi. Og tó, í 1921 fer fyrsta el-verkið í Føroyum - Elverkið í Botni í Suðuroy, til verka; í 1923 verður fyrsta føroyska jazzorkestrið, Jazzband Triumpf, stovnað; og í 1926 verður Sjónleikarhúsið í Havn bygt, fyri bara at tríva í rúgvuna.

Í 1921 búgva 21.352 fólk í Føroyum. Búskaparliga gongur tað væl fyrstu árini, men sum frálíður merkist av álvara svár kreppa í Føroyum. Samanbrestir eru millum fakfeløg og arbeiðsgevarar, ið krevja ein munandi lønarniðurskurð. Men kortini keypa fólk fyri túsundtals krónur í marglætisvørum úr lýsingarbløðum, mest frá handlum í París, og tað er tí at kursurin á francinum er vorðin munandi lægri samanborið við donsku krónuna.


Fyrsta sendingin verður send í dag

Í fyrstu sendingini av Teim brølandi tjúgunum, ið verður send í dag kl. 17:05, eins og hon eisini kann hoyrast á heimasíðuni nú, verður farið á altjóða pallin. 

Nomið verður millum annað við tann týdning, ið fyrri heimsbardagi og Versaillesfriðaravtalan fingu fyri 1920-árini, eins og støðuna í Týsklandi eftir fyrra heimskríggj. Vit umrøða Benito Mussolini og hvussu hann við harðskapi og ófriði tryggjaði sær valdið sum einaræðisharri í Italia. Eisini umrøða vit fíggjarligu spekulatiónina, sum á heysti 1929 tveitti allan heimin út í eina risastóra búskaparkreppu, sum hevði við sær stórt arbeiðsloysi, sosiala neyð og at týsku nazistarnir komu til valdið í 1930-árunum.

The Roaring Twenties ella Tey Brølandi Tjúguni verða eisini nevnd tey gyltu árini, tá talan er um jazztónleikin. Og vit fara at umrøða og lýsa altjóða tónleikapallin í 1920-árunum, eins og vit eisini fregnast um tað heimliga tónleikaumhvørvið. Vit fara eisini at lýsa føroysk samfelagsviðurskifti, føroyskar bókmentir og myndlist, eins og hvørji rák, ið eru galdandi innan altjóða arkitektur.

Tú kanst hoyra Tey brølandi tjúguni her:

Fyrri heimsbardagi hevði stóra ávirkan á 1920-árini


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117