Amerikanskur sendimaður hittir russiska forsetan í dag

Amerikanskur sendimaður hittir russiska forsetan í dag
Talsmaðurin í Kreml sigur, at stór framstig verða neyvan gjørd á fundinum
Steve Witkoff er serligur sendimaður hjá Donald Trump, forseta.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.04.2025 - 14:56

Serligi sendimaðurin hjá Donald Trump, forseta, Steve Witkoff, fer at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í dag.

Tað skrivar almenna russiska tíðindastovan, Tass.

Dmitry Peskov, talsmaður í Kreml, sigur, at Putin og Witkoff fara at tosa um kríggið millum Russland og Ukraina.

Peskov sigur, at spurningurin um, at Donald Trump og Putin skulu hittast, kanska eisini verður umrøddur. 

Dentur verður kortini lagdur á, at eingi stór framstig skulu væntast á fundinum í dag. 

Steve Witkoff hevur fingið ein týdningarmiklan leiklut í uttanríkispolitikkinum hjá Trump. 

Umframt at vera sendimaður hjá amerikanska forsetanum í Miðeystri, stendur Witkoff eisini á odda fyri samráðingunum hjá USA við bæði Russland og Ukraina. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558