Verja sett upp um Eiffeltornið

Verja sett upp um Eiffeltornið
Olympisku leikirnir vera í Paris í 2024, og fyri myndugleikarnar hevur tað týdning at vísa, at býurin er tryggur at koma til.
Mynd: savnsmynd  
 
16.06.2018 - 14:05


Nógv, sum koma til Paris, vilja síggja býin úr Eiffeltorninum. Og fyri at verja torn og fólk fyri yvirgangi verður høg girðing nú sett upp um tornið, ið er gjørd úr hálvum tríðja tumma tjúkkum glasi. Girðingin er meira enn tríggjar metrar høg, og uttan fyri hana eru ferðsluforðingar settar upp.

Trygdartiltøkini kring Eiffeltornið kosta 260 milliónir krónur.

Í ár fara sjey milliónir fólk væntandi at vitja Eiffeltornið, og trygdartiltøkini hava sjálvsagt sítt endamál, tá hugsað verður um, at síðani 2015 eru meira enn 240 fólk eru deyð í yvirgangsálopum í Fraklandi.

Fyri myndugleikarnar hevur tað eisini týdning at geva umheiminum greið boð um, at í Fraklandi er trygt, serliga tí at Olympisku leikirnir vera í Paris í 2024.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488