Bara ein vil vera varastjóri

Bara ein vil vera varastjóri
Bara ein umsókn er til starvið sum varastjóri fyri føroyska sjúkrahúsverkið
Varastjórin skal vera læknafakligur stjóri fyri alt sjukrahúsverkið
 
09.07.2018 - 12:20

Bara ein umsókn er til starvið sum varastjóri fyri føroyska sjúkrahúsverkið. 

Umsóknarfreistin var úti nú klokkan 12.

Varastjórin skal optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, umframt at viðkomandi skal tryggja miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging, stendur í lýsingini.

Umframt at vera varastjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, skal tann setti eisini vera læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri Heilsumálaráðið.

Varastjórin við læknafrøðiligari barlast verður ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og varastjórunum annars leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655