Nú sleppa teir heim

Nú sleppa teir heim
Níggju dagar eftir at seinastu dreingirnir vórðu bjargaðir úr einum helli í Teilandi, verða teir nú útskrivaðir frá sjúkrahúsinum
Teilendsku fótbóltsdreingirnir hava ligið á sjúkrahúsið til kanningar og viðgerð í níggju dagar.
Mynd: Handout  
 
18.07.2018 - 08:39

Níggju dagar eftir, at seinastu dreingirnir vórðu bjargaðir úr einum helli í Teilandi, verða teir nú útskrivaðir frá sjúkrahúsinum, har teir hava fingið viðgerð.

Dreingirnir hava fingið heilsuna aftur skjótari enn væntað, sambært sjúkrahúsinum. 

Teir vigaðu fimm kilo minni, men nú er vektin í lagi aftur, sigur teilendski heilsumyndugleikin.

Í kvøld skulu dreingirnir luttaka á tíðindafundi. Allir spurningar skulu kannast frammanundan, og sálarfrøðingur skal góðkenna teir, skrivar Reuters. 

Myndugleikarnir hava mælt dreingjunum til at bíða í 30 dagar við at gera samrøður við fjølmiðlar um hendingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523